15 gestir online

Innrita

MC-Boogie
Skriva hevur MS   
Leygardagur, 01 Maj 2010 21:03

100 motorsúkklur til MC-Boogie!

So er árliga MC-Boogie tiltakið farið av bakkastokkið, og hóast tað var rættiliga kalt í dag, so luttóku uml. 100 motorsúkklur! Fyrireikararnir ivaðust annars í, um man skuldi útseta tiltakið, men av tí at veðurforsøgnin segði turt og upp í 5 stig, sá tað hampuligt út, men tá avtornaði bleiv hitin neyvan meir enn 2-3 stig.

Man má siga at uppmøtingin var sera góð við 100 motorsúkklum, og ivaleyst høvdu fleiri súkklur komið, um tað var heitari í veðrinum, men alt í alt eydnaðist dagurin sera væl.

Dagurin byrjaði við Magn-støðini við Ringvegin, har uml. 60 súkklur møttu. Hesar koyrdu so ein túr gjøgnum býin, og so norður eftir. Fyrsti steðgur var hjá OK-Heilsølu, ið hevði opið hús. Síðani gekk leiðin norður til Klaksvíkar, har steðgað varð á Magn-støðini, ið hevði eitt gott tilboð til luttakararnar. Á vegnum løgdust fleiri súkklur avtrat,og summar vendu heim aftur, men tá ið súkklurnar komu til Klaksvíkar, var fylgið av tí mesta. Aftaná steðgin gekk leiðin til bátastevnuna inni á Toftum, har bátafólkini bjóðaðu kaffi, og av Tí at Føroya-MC fyllir 10 ár í ár, bjóðaði felagið lagkøku, og hon varð væl etin!

Ein sera góður dagur, sum fyri nøkur endaði niðri á Bassalt við einum góðum døgurða.