11 gestir online

Innrita

Vælkomin á heimasíðina hjá Føroya-MC
Mikudagur, 16 Maj 2012 20:46

MC-Boogie leygardagin kl. 11

Leygardagin 19. mai verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði, ið Føroya-MC skipar fyri. Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári síðani ár 2000, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkklusesongina. Í fjør gekk túrurin til Gásadals, har 100 motorsúkklur vóru við, og í ár gongur leiðin til Selatraðar.

Tiltakið er skipað soleiðis, at motorsúkklurnar møtast á Magnstøðini við Ringvegin í Havn kl. 11, har møguleika verður at fáa eitt prát við aðrar motorsúkklukoyrarar áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

Les meira...
 
Mikudagur, 09 Maj 2012 17:00

Motocross/ATV byrjar tann 16. mai!

Allar Motocross/ATV kappingarnar eru nú lagdar út á álmanakkan hjá heimasíðuni.

Fyrsta kappingin verður nú, mikudagin 16. mai. Byrjað verður kl. 17:30.
Koyrt verður á vanliga bananum.
Um tú ikki hevur luttikið fyrr, ella um tú hevur spurningar, ber til at ringja til Agnar Dahl á tlf. 309999, ella Kartin Mikkelsen á tlf. 214270.
Vit síggjast!

Vh. Páll Ólavsson,
vegna Føroya-MC

 
Fríggjadagur, 04 Maj 2012 22:30

MC-Boogie útsett til 19. mai

Vegna vánaligar veðurforsøgnir er MC-Boogie útsett til leygardagin 19. mai. Vit mettu tað vera óforsvarligt at skipa fyri einum mc-túri, tá ið møguleiki er fyri kava, og valdu tí at útseta tiltakið 2 vikur, av tí at Country festivalur er komandi vikuskifti.

19. mai møtast vit sum vant á Magn støðini kl. 11, og koyra kl. 12. Leiðin gongur til Selatræar, og av tí at vit eisini eru bjóðaði til bátastevnuna í Vestmanna, enda vit túrin í Vestmanna. Um áhugi er fyri tí, er møguleiki at avtala okkurt nærri, um fólk ynskja at gera okkurt um kvøldið. Í fjør vóru vit tann minniliga túrin í Marco Polo, so møguleiki er at endurtaka "succes'ina" :-)

 
Leygardagur, 07 Apríl 2012 21:30

Minnist til limagjaldið 2012

Tey ið enn ikki hava goldið limagjaldið fyri 2012, mugu gera tað sum skjótast. Limagjaldið er 300,-kr. um árið, og makar gjalda nú bert 100,-kr. og fáa eisini limakort. Limagjaldið skal flytast á konto 9870 - 101.608.4, og nýggir limir kunnu tekna seg við at flyta pengar fyri limagjaldið (og viðmerkja navn) umframt at senda ein teldupost við navn, bústað, telefonnr. og teldupostbústað. Allir limir, ið hava goldið limagjaldið áðrenn komandi blað verður sent út, fáa eisini limakortið sendandi, sum gevur limum felagsins avsláttur hjá niðanfyri standandi fyritøkum:

AD-Import, Bilrøkt, Dekksentrið, Demich, First Stop, Koyrilærarin, Nomatek, OK-Heilsøla, Penzoil, Polar, Yndi fitness.

 


Page 1 of 13
Go Kart kapping fyri MC-Feløg

Nú er tann árliga go-kart kappingin fyri mc-feløg byrjað, og enn er møguleiki at melda seg at koyra í vikuskiftinum 25.-26. mai. Hetta er eitt afturvendandi tiltak og verður eitt ferðasteyp latið til vinnandi MC Felagið. Hetta ferðasteyp kann einans ognast um sama MC Felag hevur vunnið føroymeistara heiti 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt. Limir hjá Føroya-MC hava vunnið 2 ár á rað, so um onkur limur hjá F-MC vinnur aftur í ár, so vinna tey steypið til ognar.

Tilmelding og meira kunning á www.ad-import.fo

 
Bátastevna í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna er í ár 17.-19. mai. Eins og undanfarin ár verður tann stóri dagurin, leygardagin 19. mai, tá ið allur bátaflotin savnast við Fútaklett kl. 14.30, og siglir inn á Vestmanna, har suppa o.a. gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini frá kl. 16.00, har lang bátastevnulagkøka verður at fáa. Hvonn-tjaldið verður opið allar dagarnar, har teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. verður at fáa. Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini har Frændir spæla til dans. Meira kunning er á vif.fo

Sum kunnugt verður MC-Boogie eisini leygardagin, og vit enda túrin í Vestmanna aftaná vit hava verið í Selatræ.

 
Limablaðið er sent út

Limablaðið er nú sent út til allar limirnar, ið hava goldið limagjaldið fyri 2012. Saman við blaðnum er eisini limakortið, ið gevur avsláttur til ymiskar fyritøkur, sum vilja stuðla okkara limum. Um so er, at onkur sum hevur goldið limagjaldið ikki hevur fingið blaðið, mugu tey endiliga seta seg í samband við onkran í nevndini, so vit kunnu rætta tað.

   
Fleiri stutt tíðindir